|
|
|
|
|
R. C. Effersøesgøta 19, Tórshavn .R. C. Effersøesgøta 19, Tórshavn
Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara selja vit ognina R. C. Effersøesgøta 19 í Tórshavn.
Talan er um eina ogn í tveimum hæddum við hvør síni íbúð, ein niðriundir og ein uppiá.
Í íbúðini niðriundir eru gongd, køkur, lítil stova, baðiverilsi, tvey sovikømur umframt vaskirúm.
Í íbúðini uppiá eru gongd, køkur, tvær stovur, baðiverisli, tvey sovikømur umframt vaskirúm.
Húsini eru í góðum standi. Klædningur, tak og vindeygu eru nýggj, og køkarnir í báðum íbúðunum eru skiftir.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan E. Winther Poulsen, adv., jewp@jura.fo, ella Miriam Bjarnadóttir, mib@jura.fo
|
|
Jørð í Haldarsvík .Jørð í Haldarsvík
Matr. nr. 116 a, Haldarsvík. Fýra lutir innangarðs, til støddar tilsamans 832 fermetrar. Ognin verður seld, um hóskandi boð fæst.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær til Fríðu Patursson, advokat, tlf. 35 33 35, t-post frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, t-post aro@jura.fo
|
|
Íbúðir á Boðaneshamri .Íbúðir á Boðaneshamri
Snotuligar íbúðir á Boðaneshamri við frálíkum útsýni yvir Nólsoyarfjørð er til sølu.
Íbúðirnar eru innrættaðar soleiðis:
Durur, køkur og stova í einum, altan við útgongd frá stovu, tvey kømur harav tað eina við klædnarúmi, baðirúm við brúsu. Við í keypinum eru hvítvørur og flatskermur umframt úthús á 4 fermetrar.
Íbúðirnar eru á 1. hædd í blokki 2 og verða seldar, um nóg høgt boð fæst.
Nærri fæst at vita við at venda sær til skrivstovuna, Evu Gudmundsen.
|
|
Sethús á Eiði .Sethús á Eiði
Um hóskandi boð fæst, verður setahúsaogn við hjalli við hesum lýst til sølu.
Talan er um grundøki uml. 357 m2 við ástandandi sethúsum og hjalli.
Húsini eru upprunaliga bygd uml. 1916. Grundvíddin er 47 m2. Kjallarin óinnrættaður.
Miðhædd: Køkur, tvær stovur, gangur og wc.
Loft: Trý kømur.
Húsini eru nakað dagførd, men treingja til ávísar ábøtur.
Húsini standa mitt í bygdini, og útsýnið er sera gott.
Sethúsaognin er partur av matr. nr. 164 a, Eiði. Ognin er undir sundurbýti í løtuni, og jørðin, sum í dag er partur av samlaðu ognini, fylgir sostatt ikki við í søluni.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Fríðu Patursson, advokat, frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, aro@jura.fo
|
|
Ognir hjá Tvøroyrar klubba í konkurs til sølu .Ognir hjá Tvøroyrar klubba í konkurs til sølu
Vegna Tvøroyrar klubba í konkurs eru niðanfyri standandi málningar til sølu:
- S. Petersen, 95x65 cm, ár 1959
- Erling Beck, 85x55 cm, ár 1967
- F. Joensen, 120x65 cm, ár 1968
- I. av Reyni, 65x50 cm
- E. Mohr, 120x105 cm, ár 1975
- Hans J. Glerfoss, 115x75 cm
- Z. Heinesen, 60x50 cm, ár 1985
- S. Petersen, 75x55 cm, ár 1964
- O. Palmer, 70x50 cm
- S. Petersen, 50x33 cm, ár 1965
- E. Mohr, 90x70 cm, ár 1953
- J. M. ella M. J., 85x55 cm, ár 1958
- Poulina, 45x35 cm, 1975
Áhugað verða biðin um at venda sær til Eyðbjørn Larsen, advokat, mail eyl@jura.fo ella Margit S. Jørgensen, mail msj@jura.fo
|
|
Tvøroyrar klubbi til sølu .Tvøroyrar klubbi til sølu
Vegna Tvøroyrar klubba í konkurs verður ognin matr. nr. 449, Froðba – Tvøroyri, við hesum lýst til sølu fyri hægstbjóðandi.
Talan er um klubbabygningin, Miðbrekkan 15, sum er ein bygningur í trimum hæddum, við klubbahølum, biografi, kiosk, køki v.m. Við bygninginum fylgir innbúgv o.a.
Ognin er sambært tingbókini 1.148m2 til víddar, harav er vegur á 45m2.
Nærri upplýsingar um ognina og sølutreytir fáast við at venda sær til Eyðbjørn Larsen, advokat, tlf. 35 33 35, t-postur eyl@jura.fo ella skrivaran Margit S. Jørgensen, tlf. 35 33 35, t-postur msj@jura.fo
|
|
Sethús og neyst í Elduvík til sølu .Sethús og neyst í Elduvík til sølu
Við hesum verða sethúsini matr. nr. 98, Elduvík, og neystið matr. nr. 101, Elduvík, lýst til sølu.
Sethúsini eru umleið 100 ára gomul, tó eru tey umbygd og umvæld seinastu árini, soleiðis at tey í dag eru sum nýggj. Grundøkið er 243 m2 til víddar.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Stovuhædd: Gongd, kamar, køkur og stova. Eisini er ein niðurlækkað stova uml. 24 m2 til víddar við nýggjum brenniovni.
Loft: 3 kømur og baðirúm. 2 kømur hava kvist.
Kjallari: Brúsurúm við hita í gólvinum. Eisini er flettingarkjallari og hjallur við plássi fyri 100 krovum.
Tvey úthús hoyra til húsini.
Neystið er 31 m2 til víddar, nýumvælt og flagtak lagt omaná. Í neystinum stendur eitt 4-mannafar, sum eisini er nýumvælt. Báturin verður seldur saman við neystinum.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Advokatskrivstovuna, Christian Andreasen ella Evu Gudmundsen, tel. 353335.
|
|
Íbúð Blómubrekka nr. 42 til sølu .Íbúð Blómubrekka nr. 42 til sølu
Íbúðin er 76 m2, hon liggur á niðastu hædd og hevur nýggja terrassu. Betonveggir eru millum íbúðirnar og betondekk millum hæddirnar, so einki hoyrist ímillum. Íbúðin hevur inngongd, gongd, baðirúm, tvey kømur, køk/stova í einum við útgongd til terrassu. Íbúðin er bygd í 2005, og eru veggirnir uttan klæddir í summar.
Prísuppskot kr. 1.590.000,00.
Áhugaði kunnu venda sær til Evu Gudmundsen, tlf. 353335, t-postur eg@jura.fo
|
|
|
|
|